Ullainnsavningin á Búnaðarstovuni
2016-2022

Tøl fingin frá Búnaðarstovuni, Joana Bjarnadóttir og Dorthea Joensen, ísbv Ullainnsavningina í tíðarskeiðnum 2016-2022. Tey bestu árini eru 2022, 2020 og 2016. Mest kom inn í 2016, síðan 2022 og so 2020. Áhugavert er at síggja, at hóast tað í 2022 komu 15% meira inn enn í 2020, so eru tað bara 4% meira 1. flokkur. 2020 er eisini besta árið, um bert verður hugt eftir lutfallinum av 1. flokks ull. Í 2020 vóru 82,7% av innkomnu ullini 1.flokkur meðan tað í 2022 einans vóru 74,6% sum var 1. flokkur. 2016 var fyrsta ár, ið Búnaðarstovan stóð fyri ullainnsavning og er tað eisini árið, har mest er komið inn. Verður hugt at tølunum, kann hugsast at nógv ‘gomul’ ull er komin inn, ull, ið hevur ligið frá undanfarnum árið/árum, tí av teimum knapt 36 tonsunum sum komu inn, vóru einans 19 tons 1. flokkur, altso 53,7%.

Hagtølini fyri litir eru (higartil) einans fingin fyri 2019-2022. Ikki óvæntað fer hvíta ullin avstað við fyrsta plássinum og ljósamorreyða ullin við síðsta plássinum. Tað er tó trist, at einans 5.5% av 1. flokks ullini er ljósamorreyð, tí hon er so serstakliga vøkur og gevur ómetaliga flott tógv.